Nú er klárt at søkja inn á Føroya Eftirskúla!

Vit eru glað fyri allan áhugan og teir mongu fyrispurningarnir, ið vit longu hava fingið.

Fleiri hava sóknast eftir prísinum fyri eftirskúlaárið, og vit kunnu nú upplýsa, at prísurin er einans 3.350 kr um mánaðin í 10 mðr. Hetta er íroknað kost, vist, undirvísing og upplivingar!

Tað verður spennandi at síggja, hvørjir teir 16 fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla verða!

Les meira

Kunna teg um Føroya Eftirskúla her á síðuni ella trýst her fyri at lesa meira um bygnaðin.