Frágreiðing
Hvat er sjóvinnubreyt?
Sjóvinnubreytin er til tín, susm dámar væl at rokast á sjónum. Endamálið við sjóvinnubreytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum.
Sjóvinnubreytin hevur samstarv við vinnuna á sjónum, har tú fær møguleika at luttaka í ymiskum virksemi og avlesa veðurlagskort og sjókort. Tú læror eisini um streym og veðurlíkindi, eisini at arbeiða við ymiskum til fiskiveiðu, til dømis at spleysa og bøta trol.
Sum næmingur á sjóvinnubreytini fert tú eisini á trygdarskeið og fær eitt skeiðsprógv eftir lokið skeið.
Hvat gera vit á sjóvinnubreytini?
-
- Veðurlag og tól, ið økja um trygdina á sjónum
- Vanlig siglingartól t.d. radara, plottara og tól til neyðsendaraboð (VHF)
- Sjókortið
- Trol
- Sløkkiútgerð
- At sigla við seglum
- Røkiskapur og trygd
- Hav og botn
- Kumpassin
- Ættirnar
- Knýta knútar o.a.
- Matgerð
- Streymur, sjóreglur
- Trygdarskeið
Førleikar og framtíðin
- Sjóvinnubreytin gevur tær eina hilling á sjólívinum, og ger teg føra/n at fara út í fjørðin, at sigla og royna trygt.
- Tú tekur trygdarskeiðið, ið er krav at mynstra og fáa part við skipi.

















