Íverksetara- og miðlabreyt
Frá hugskot til veruleika
Hvat er íverksetara- og miðlabreyt?
Íverksetara- og miðlabreyt er til tín við hugskotum, sum tú vil gera til veruleika. Í undirvísingini arbeiðir tú við ar menna hugskot og konsept, síðani at framleiða hesi til veruligar vørur og seta tær í ein virkismyndil, Undirvísingin verður skipað í verkætlanum og tekur støði áhugamálum hjá næmingunum og í føroyska vinnulívinum.
Breytin er eisini til tín, ið hevur áhuga fyri miðlum. Her lærir tú til dømis um miðlanýtlslu, miðlaframleiðslu, ástøði og mangt annað. Tú lærir at arbeiða við ymiskum forritum og framleiða ymiskt miðlatilfar, herundir er bæði layout, myndatøka, grafiskt design, videorefigering, 3D-modellering, myndaviðgerð og annað.
Her verður arbeitt fram ímóti at tú gerst meira sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur við tøknini og í hugsunarhátti.
Bygnaður
Breytin verður skipað í skeiðum, so umleið helvtin er íverksetan og hin helvtin miðlar. Tað kemur tó meira enn so fyri at íverksetara- og miðlaparturin verða samantvinnað í verkætlanum.

Nadya Eyðunsdóttir Joensen
Útlærd margmiðlasniðgevi, hevur BA í talgildari konseptmenning og Cand.scient.techn í Virksemis-og innovatiónsleiðslu innan miðlar.