Listabreyt
Fordjúpa teg í tínari kreativitet
Hvat er Listabreyt?
Listabreytin er til tín, sum dámar væl tónleik og at arbeiða handaligt við tínum kreativum evnum. Í undirvísingini hevur tú møguleika at vera kreativ/ur og finna uppá nýggj hugskotum. Taå er her, tú hevur møguleikan at hugsa øðrvísi, eygleiða og fordjúpa teg í tínum hugflogið. Á listabreytini lærir tú nýggir teknikkir og at nýta ymiskt fjølbroytt tilfar til at skapa.
Undirvísingini á listabreytini tekur støðið í einstaka næminginum og byggir víðari uppá tað, tú longu kann. Endamálið at opna eyguni og víðka um tín horisont. So um tú longu nú dámar at skapa, mála, tekna, og nýhugsa, so hevur tú møguleika at fordjúpa teg í allar tínar kreativu síður innan list og tónleik.
Nógv av tí, ið tú skapar á listabreytini, kanst tú taka heim við, ella tað verður nýtt til at prýða um Eftirskúlan og næmingaheim.
Listabreytin á Føroya Eftirskúla hevur eisini gittarundirvísing á skránni várhálvuna 2026 – Okkara egni Uni Debess leggur teimum ungu lag á gittarspælið! Hetta er kreativt, stuttligt og ikki minst ein rokkandi og rullandi listabreyt
Bygnaður
verður skipað í 2 skeiðum, fyrst ein part við handaligum list og síðani ein part við tónleikalist. Á listabreytini er kreativiteturin í hásæti og undirvísingin tekur grundstøði í list og tónleiki í Suðuroynni. Fleiri undirvísarir verða knýttir til hesa breytina, hetta eru dugnalig listafólk og tónleikafólk úr Suðuroy.

Rói Einarsson
Útlærdur sum smiður og hevur BA í Illustratión frá Blackpool & The Fylde College

Uni Debess
Royndur og virðisløntur sangari, sangskrivari og gittaristur við fleiri útgávum.,