Happing
Happing verður ikki góðtikið, og her meinast eisini við happing á netinum og sosialum miðlum. Happing skaðar eitt menniskja sálarliga, kropsliga og sosialt. Tá talan er um happing, meinast við ein avsendara og ein móttakara, og snýr seg ikki um, hvussu nógv verður happað, um móttakarin fatar tað, sum skemt ella annað. Vit arbeiða fram ímóti, at allir næmingar virða hvønn annan, óansæð hvør man er ella hvaðani man kemur.
Skuldi happing gjørt seg galdandi, royna vit at fáa greiðu á trupulleikanum við samrøðu partanna millum. Avleiðingarnar av happing á Føroya Eftirskúla kunnu vera, at næmingurin verður heimsendur.
Rúsandi evni
Rúsandi evni eru bannað. Um ein tekur rúsandi evni við í skúlan ella á skúlaheimið, ella miðlar rúsandi evni víðari á skúlanum ella á skúlaheiminum, kann tað føra við sær, at man verður sendur heim stundisliga.
Um ein næmingur er ávirkaður, kann avleiðingin vera, at viðkomandi verður sendur heim, og ikki kann væntast, at viðkomandi heldur fram á skúlanum. Vit gera royndir, um illgruni er um nýtslu av rúsandi evnum.
Alkohol
Alkohol er bannað. Um ein hevur brennivín ella annað rúsdrekka við á skúlan ella næmingaheimið, kann tað viðføra, at viðkomandi verður stundisliga burturvístur. Um illgruni er um, at ein næmingur er ávirkaður, verður viðkomandi biðin um at taka roynd, ið eisini kann føra við sær, at viðkomandi verður sendur heim.
Royking
Vit eru ein roykfríur skúli og hetta er galdandi bæði fyri skúlan og næmingaheimið. Tubakk av øðrum slag, sum til dømis snús og e-sigarett, er somuleiðis bannað.
Frávera
Næmingurin hevur møtiskyldu, og frávera verður ikki góðtikin. Næmingur, sum ikki er til staðar til ásettan tíma ella ítriv, verður niðurskrivaður, sum fráverandi. Um frávera økist merkisvert, seta vit okkum í samband við foreldrini.
Vitjunartíðir
Gentur og drongir kunnu vitja hvønn annan í kømurunum millum 10:00 – 21:50. Reglur og tíðir fyri næmingaheimið skulu haldast. Í fyrstu skúlavikuni og øðrum serstøkum løtum eru aðrar reglur galdandi fyri vitjan á gentu- og drongjakømrunum.
Goymsla av virðislutum og útgerð
Snildtelefonir, snildlar o.a. skulu læsast í skápinum, tá ið hesi ikki verða nýtt. Trygging skúlans tryggjar ikki stuldur á kømurunum, í skúlastovuni og aðrastaðni á skúlans øki ella á næmingaheiminum. Tað er heimið og tess innbúgvstrygging hjá tí einstaka næminginum, sum tekur við, meðan næmingurin er í skúla.
Heim í vikuskiftinum
Tá skúlavikan er at enda komin, og tá næmingarnir skulu møta aftur til skúlaviku, er hetta lagt til rættis eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. Næmingarnir verða koyrdir til og frá Smyrli, tá vikan byrjar og endar. Vit vænta, at foreldrini avheinta næmingarnar á farstøðini í Tórshavn, har fráboðast skal um avheintan. Tá komið er á skúlan aftur sunnudag, verður vaktur og tekur ímóti teimum á farstøðini og koyrir tey á næmingaheimið. Ferðin aftur og fram við Strandferðsluni er íroknað eftirskúlagjaldið og fáa næmingarnir ferðakort at hava við sær.
Gjald
Gjaldið fyri skúlan og uppihaldið er 3350,- um mánaðin í 10 mánaðir. Íroknað er matur, gisting og ferðakostnaður. Ein samlað upphædd á 33.500,- fyri alt skúlaárið.
Stuðul til skúlagjaldið kann søkjast frá tí kommunu, sum næmingurin er hoyrir til. Við umbøn og loyvi frá foreldrum kann Føroya Eftirskúli søkja heimahoyrandi kommunu um stuðul. Skúlagjaldið verður hereftir minnið, alt eftir, hvussu nógv kommunan letur í stuðli.
Ábyrgdarfólk
Lærarin ella vakturin hevur ábyrgd av næmingunum á ferðum, í skúlanum og á næmingaheiminum. Ein vaktur er altíð tengdur at næmingaheiminum og hevur ábyrgd av húsinum.
Tryggingar
Tryggingar fyri skaðar, stuldur, óhapp o.a. hjá næmingunum verður ábyrgjað tryggingini hjá foreldrunum/verja.
Um eitthvørt verður stolið ella oyðilagt í skúlanum ella næmingaheiminum, er tað tryggingin hjá foreldrum/verja, sum tekur við. Hetta er somuleiðis galdandi fyri skaða ella herverk á ogn skúlans, og skal tryggingin hjá foreldrum/verja endurgjalda, um óhappið skuldi hent.
Ársætlan
Ársætlan hjá Føroya Eftirskúla er í samráð við Tvøroyrar skúla og fylgjast vit í okkara ætlanum. Breytirnar á Eftirskúlanum, tvs. E-Sport og Film og Sjónleikur liggja ávikavist mánadag og ónsdag, og Føroyabreytin liggur fast tórsdag og fríggjadag. Dagførda ársætlanin hjá skúlanum sæst á heimasíðu skúlans: www.eftirskulin.fo
Koppsetan
Næmingarnir skulu vátta, at hava fingið koppsetan. Um ikki, kann skúlin krevja, at næmingurin fær sær neyðugu koppsetanina.