Frágreiðing
Í e-sport verður hugt eftir, hvat skal til fyri at klára seg væl í einum slóðbrótandi kappingarumhvørvi. Hóast e-sport ikki enn verður góðkent sum ein ítróttargrein, kunnu vit ikki koma uttanum, at tað krevst nógv venjing, viljastyrki og áhaldni, um ein ætlar at gera seg galdandi millum heimsins bestu. Her á breytini fara vit at læra um mentanina og søguna aftanfyri gaming. Vit fara at royna gaming sum ítriv og vísa á aðrar inntøkumøguleikar so sum stroyming og videoframleiðslu. Vit gera mods (forrita, gera ljóð, list, skriva) og ikki minst: Skapa okkum eitt jaligt umhvørvi við spildurnýggjum og tíðarhóskandi gamingteldum.
Undirvísingin er 4 tímar um vikuna.
Hvør næmingur fær kunnleikar, sum tey kunnu brúka í øðrum sambandi seinni í síni útbúgving ella arbeiði.
Tað kann t.d vera:
- Ástøði – Vitan og royndir innan djúpa tøkniliga gransking
- Motorikkur – Skjótari refleks og førleika til at hugsa skjótt at taka skjótar avgerðir
- Samstarv – Betri fatan av lið-dynamikki og ætlanarlegging av málum og ávegismálum
- Samskifti – Førleikan at samskifta á stuttan, skjótan og greiðan hátt, tá tað er neyðugt.
Hevur tú hug at royna eitt spennandi og øðrvísi síðsta skúlaár í fólkaskúlanum?? Kom og fá eina serstaka uppliving á nýstovnaða Føroya Eftirskúla í Suðuroynni í august 2020. Enn eru pláss eftir. Her sigur undirvísarin Rúni Winther Johnsen frá spennandi E-sportbreytini, tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fá meira at vita á eftirskulin.fo ella ring á 282281. Dámi og DEILI endiliga:)
Slået op af Føroya Eftirskúli i Tirsdag den 28. april 2020
Hetta bjóða vit tær
- Innlit í e-sport heimin
- Praktiska venjing
- Ástøði, hugtøk og orð
- Læra um samskifti og samarbeiði
- At læra at íðka gaming á sunnan og hóvsaman hátt