Frágreiðing
Film og sjónleikarbreytin verður skipað í skeiðum, har áherðsla verður løgd á ymiskt innan sjónleik og film.
Her kunnu nevnast spennandi skeið í at leika, skriva handrit til sjónleik og sniðgeving av palli og ljóði.
Til filmspartin verður dentur lagdur á upptøku, framleiðslu, uppsetan, klipping og sniðgevan av filmi.
Møguligt verður, at breytin endar við einum sjónleiki ella framsýning av filmi.
Hetta bjóða vit tær
- Vitan um leik og framførslu
- Sniðgevan og framleiðslu
- Klipping og uppsetan
Hanna Flóvinsdóttir, samskipari
Hanna hevur drúgvar royndir innan sjónleik og film, og er eitt kent andlit í Føroyum. Somuleiðis er Hanna forvkinna í Havnar Sjónleikarafelag og Sjónleikarahúsið.
Hanna fortelur um Films – Sjónleikarabreytina á Føroya Eftirskúla
Films og Sjónleikarabreytin á Føroya Eftirskúla við Honnu Flóvinsdóttir. Eitt spennandi tilboð til kreativar og skapandi sálir:)
Slået op af Føroya Eftirskúli i Tirsdag den 12. maj 2020