Føroyabreyt
Uppliv Føroyar
Uppliv Føroyar
Føroyabreytin er ein slóðbrótandi og sermerkt ”adventure/exploration” breyt til næmingar á Føroya Eftirskúla, og sum hevur til endamáls at læra næmingar um føroyska mentan, søgu, samtíð og lív- og landafrøði. Breytin verður løgd til rættis við skapandi og nemandi útferðum kring oyggjarnar við 18 serstøkum og sjálvstøðugum útferðum, har vitjað verður á øllum oyggjunum.
Hvør oyggj hevur sína serstøku uppliving og mentanarliga arv, har atlit verður tikið til ymiskt mennandi arbeiði, søgu og samtíð. Næmingar kunnu við hesum fáa eina skapandi og mennandi uppliving og vitan um, hvussu ymiskar oyggjarnar eru.
Hvør einstøk útferð verður skipað soleiðis, at atlit verða tikin til tey viðurskifti, ið eru serstøk fyri hvørja oyggj. Næmingar sleppa, saman við lærarum, at skipa innihaldið á útferðunum. Hesar útferðir kunnu skipast eftir mentan, náttúru, søgu og samtíðarviðurskiftum á oyggjunum.
Hvør útferð verður roknað til at fevna um 1 til 2 dagar, har ferðing til og frá er íroknað.
Føroyabreytin er á tímatalvuni hvønn fríggjadag, hetta fyri at túrarnir kunnu skipast soleiðis, at tórskvøld, fríggjadagur og møguliga eisini vikuskiftini kunnu brúkast til hesar útferðirnar.
Staðkend, eldsálir og lokalar fyritøkur mynda innihaldið fyri hvørja uppliving. Viðurskiftini verða løgd til rættis av stjóra og ábyrgdarfólki á Føroya Eftirskúla. Trygdin og vælveran hjá næmingunum eru í hásæti á hesum ferðum.
Endamálið við hesari breytini er, at næmingarnir fáa høvi at læra um føroyska mentan, søgu, samtíð og lív- og landafrøði. Hetta verður tískil ein sermerkt og fjølbroytt breyt, sum gevur næmingin eina ógloymandi og nemandi uppliving.
Á hvørjari útferð verður lagt upp til, at næmingarnir mennast, samstundis sum teir loysa ymsar uppgávur. Eitt nú er upplagt, at næmingar, ið hava áhuga fyri at gera filmar, skjalprógva allar tær spennandi útferðirnar. Eisini næmingar við áhuga fyri djórahaldi, landbúnaði og matgerð annars, kunnu fáa okkurt burturúr. Hugsandi er, at næmingarnir, ið koma at luttaka fyrsta árið á Føroya Eftirskúla, skulu vera við at finna áhugaverd støð at vitja, og á tann hátt fáa ávirkan á hesar útferðir.
Okkara fantastisku oyggjar hava serstøk støð, áhugaverd fólk, hugtakandi náttúru, fjølbroytt djóralív, frískar rávørur, egna matmentan, spennandi íverksetan, áhugaverda søgu, gamlar siðir og nógv nógv annað at bjóða okkara næmingum. Tað er bert hugflogið, sum setir mørkini.