Foreldra- og áhugabólkur
Skúlastýrið á Føroya Eftirskúli er skipað á henda hátt:
Ein áhugabólkur og ein foreldrabólkur, ið er skipað av foreldrum/verjum hjá næmingum á skúlanum. Hesir bólkar, saman við starvsfólkum skúlans, skipa stýrið skúlans.
Skúlastýrið hevur 5 limir:
2 limir verða valdir ímillum foreldur, ið hava børn í skúlanum. Foreldur eru tey, sum hava foreldramyndugleikan. 2 limir verða valdir av áhugabólkinum, 1 limur verður valdur av – og millum teirra – ið starvast í skúlanum.
Stýrið hevur valt at hava 1 lim, av tí at næmingarnar skúlans verða partur av stýrinum.
Stýrislimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval er møguligt. Eitt eykaumboð verður valt fyri hvønn av bólkunum. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni
Stýrið
Forkvinna
Súsanna Bertholdsen
Næstformaður
Jenis av Rana
Næstforkvinna og umboð fyri lærarar
Nadya Eyðunsdóttir Joensen
Skrivari
Pól Arni Holm
Foreldraumboð
Elin Lamhauge Mouritsen
Foreldraumboð
Turið Helen Winther Joensen
Eftirskúlaringurin
Eftirskúlaringurin er ein áhugabólkur fyri Føroya Eftirskúla. Hesin bólkur ger tað møguligt hjá fólkum, ið hava áhuga at stuðla undir og menna Føroya Eftirskúla.