Happing
Happing verður ikki góðtikið, og her meinast eisini við happing á netinum og sosialum miðlum. Happing skaðar eitt menniskja sálarliga, kropsliga og sosialt. Tá talan er um happing, meinast við ein avsendara og ein móttakara, og snýr seg ikki um, hvussu nógv verður happað, um móttakarin fatar tað, sum skemt ella annað. Vit arbeiða fram ímóti, at allir næmingar virða hvønn annan, óansæð hvør man er ella hvaðani man kemur.
Skuldi happing gjørt seg galdandi, royna vit at fáa greiðu á trupulleikanum við samrøðu partanna millum. Avleiðingarnar av happing á Føroya Eftirskúla kunnu vera, at næmingurin verður heimsendur.
Rúsandi evni
Rúsandi evni eru bannað. Um ein tekur rúsandi evni við í skúlan ella á skúlaheimið, ella miðlar rúsandi evni víðari á skúlanum ella á skúlaheiminum, kann tað føra við sær, at man verður sendur heim stundisliga.
Um ein næmingur er ávirkaður, kann avleiðingin vera, at viðkomandi verður sendur heim, og ikki kann væntast, at viðkomandi heldur fram á skúlanum. Vit gera royndir, um illgruni er um nýtslu av rúsandi evnum.
Alkohol
Alkohol er bannað. Um ein hevur brennivín ella annað rúsdrekka við á skúlan ella næmingaheimið, kann tað viðføra, at viðkomandi verður stundisliga burturvístur. Um illgruni er um, at ein næmingur er ávirkaður, verður viðkomandi biðin um at taka roynd, ið eisini kann føra við sær, at viðkomandi verður sendur heim.
Royking
Vit eru ein roykfríur skúli og hetta er galdandi bæði fyri skúlan og næmingaheimið. Tubakk av øðrum slag, sum til dømis snús og e-sigarett, er somuleiðis bannað.
Frávera
Næmingurin hevur møtiskyldu, og frávera verður ikki góðtikin. Næmingur, sum ikki er til staðar til ásettan tíma ella ítriv, verður niðurskrivaður, sum fráverandi. Um frávera økist merkisvert, seta vit okkum í samband við foreldrini.
Vitjunartíðir
Gentur og drongir kunnu vitja hvønn annan í kømurunum millum 10:00 – 21:50. Reglur og tíðir fyri næmingaheimið skulu haldast. Í fyrstu skúlavikuni og øðrum serstøkum løtum eru aðrar reglur galdandi fyri vitjan á gentu- og drongjakømrunum. Vitjandi útifrá kunnu vitja Næmingaheimið ímillum kl.15:00-16:00 og kl.19:00-21:00 gerandisdagar. Tílík vitjan er altíð gjørd í samráð við vaktir skúlans. Foreldur og avvarandi annars eru tó altíð vælkomin at vitja.
Goymsla av virðislutum og útgerð
Snildfornir, teldlar o.a. skulu læsast í skápinum, tá ið hesi ikki verða nýtt. Trygging skúlans tryggjar ikki stuldur á kømurunum, í skúlastovuni og aðrastaðni á skúlans øki ella á næmingaheiminum. Tað er heimið og tess innbúgvstrygging hjá tí einstaka næminginum, sum tekur við, meðan næmingurin er í skúla.
Heim í vikuskiftinum
Tá skúlavikan er at enda komin, og tá næmingarnir skulu møta aftur til skúlaviku, er hetta lagt til rættis eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. Næmingarnir verða koyrdir til og frá Smyrli, tá vikan byrjar og endar. Vit vænta, at foreldrini avheinta næmingarnar á farstøðini í Tórshavn, har fráboðast skal um avheintan. Tá komið er á skúlan aftur sunnudag, verður vaktur og tekur ímóti teimum á farstøðini og koyrir tey á næmingaheimið. Í samband við ferðina aftur og fram við Strandferðsluni fáa næmingar, sum eru búsitandi í Føroyum, ferðakort frá Studna. Hetta ferðakort er galdandi millum heim og skúla.
Gjald
Gjaldið fyri skúlan og uppihaldið er 4500,- um mánaðin í 11 mánaðir. Íroknað er matur, gisting og ferðakostnaður. Ein samlað upphædd á 49.500,- fyri alt skúlaárið.
Stuðul til skúlagjaldið kann søkjast frá tí kommunu, sum næmingurin er hoyrir til. Við umbøn og loyvi frá foreldrum kann Føroya Eftirskúli søkja heimahoyrandi kommunu um stuðul.
Um næmingurin steðgar skúlauppihaldið áðrenn tíð, verður skúlagjaldið enn uppkravt, um ikki serligar umstøður eru, sum ger at næmingurin má gevast.
Ábyrgdarfólk
Lærarin ella vakturin hevur ábyrgd av næmingunum á ferðum, í skúlanum og á næmingaheiminum. Ein vaktur er altíð tengdur at næmingaheiminum og hevur ábyrgd av húsinum.
Tryggingar
Tryggingar fyri skaðar, stuldur, óhapp o.a. hjá næmingunum verður ábyrgjað tryggingini hjá foreldrunum/verja.
Um eitthvørt verður stolið ella oyðilagt í skúlanum ella næmingaheiminum, er tað tryggingin hjá foreldrum/verja, sum tekur við. Hetta er somuleiðis galdandi fyri skaða ella herverk á ogn skúlans, og skal tryggingin hjá foreldrum/verja endurgjalda, um óhappið skuldi hent.
Ársætlan
Ársætlan hjá Føroya Eftirskúla er í samráð við Tvøroyrar skúla og fylgjast vit í okkara ætlanum. Breytirnar á Eftirskúlanum, tvs. E-Sport og Listabreyt liggja ávikavist mánadag og ónsdag, og Føroyabreytin liggur fast fríggjadag. Dagførda ársætlanin hjá skúlanum sæst á heimasíðu skúlans: www.eftirskulin.fo
Tíðir
Næmingar skulu verða á sínum kamari í seinasta lagi kl.22.00. Eftir kl.22:30 skulu næmingar hava virðing fyri teimum, sum sova. Náttarfriðurin skal virðast. Næmingar kunnu verða í skúlanum, undir eftirliti, aftaná skúlatíð og fram til kl.21:45. Eftir hetta skal alt vera ruddað og stongt. Kl.22.00 skulu næmingar, í seinasta lagi, vera aftur á næmingaheiminum.
Húsdjór
Húsdjór eru ikki loyvd á skúlanum ella næmingaheiminum.
Brot á omanfyristandandi reglur
Við atliti til galdandi reglugerðir og karmar royna vit framhaldandi at arbeiða við teimum ungu, sum eru undir menning, heldur enn at fara beinleiðis til revsing. Rættvísar og meiningsfullar avleiðingar eru gevandi fyri lærdómin og lívsroyndirnar hjá tí unga.
Hetta merkir tó ikki, at næmingarnar ikki merkja avleiðingarnar sum revsing, men vit ynskja fyrst og fremst at finna eina semju, og við atliti til tey einstøku málini hareftir at seta revsitiltøk í verk. Vit nýta revsiátøk, sum vísa, at tað eru tey vaksnu, sum seta karmarnar fyri tey ungu. Hetta meta vit vera avgerðandi fyri tryggar og fólkaræðisligar karmar fyri tilgongdina á skúlanum.
Samrøður og tilmæli
Vit brúka fyrst og fremst samrøðu til at loysa trupulleikar, ið stinga seg upp, men tað kann eisini verða neyðugt at fara beinleiðis til tilráðing um at fylgja lógunum og reglugerðunum. Um persónlig samrøða og tilmælini ikki hjálpa, seta vit okkum í samband við foreldur/verja.
Um illgruni er um, at ein næmingur brýtur reglugerð skúlans, verður viðkomandi kallað/ur inn til eina samrøðu við lærara og námsfrøðiliga ábyrgdarfólkið. Sum skúli arbeiða vit við fólkaræði og samrøðu, og tí skulu bæði næmingar og foreldur skilja týdningin av, at vera partur av tílíkum savmstarvi.
Byrjanarstøðið er, at næmingurin fær avbjóðingar saman við øðrum ungdómi og í skúlalívinum. Endamálið við øllum samrøðunum er at hugtaka næmingin við jaligari og uppbyggjandi menning, og við hesum í huga er tað týdningarmest fyri menning og persónligu siðmenning hjá tí einstaka næminginum, at læra av sínum mistøkum. Somuleiðis er umráðandi, at næmingurin lærir at taka ábyrgd og sjálvur standa til svars fyri sín atburð.
At verða send/ur heim
Fyrst verða mannagongdirnar fyri brot á reglugerðir fylgdar, áðrenn næmingurin, í samráð við foreldrini, verður heimsendur. Beinleiðis heimsending av næmingi verður framt, um álvarsamt brot er á reglur skúlans ella um brótsgerð verður framd. Í hesum føri verður víst til reglugerð skúlans og váttan av samtykt foreldranna av reglugerðunum. Síðani verður fráboða foreldrum/verja um heimsending og avgreitt av skrivstovuni.
Um ein og hvør brotsgerð fer fram, verður løgreglan og foreldur/verji fráboðað. Foreldur fáa samstundis fráboðan um, at næmingurin er heimsendur.
Køkurin
Køkurin á næmingaheiminum verður vaskað og røkt av næmingunum. Eftirlit verður dagliga við, at hetta verður hildið. Felagskøkurin í skúlanum verður partvís vaskað av næmingunum og reingerðarfólki.
Næmingarnar skulu taka upp eftir sær, tá teir hava etið og skulu syrgja fyri, at tallerkar, koppar og borðbúnaður verður vaskað.
Reingerð
Næmingar skulu røkja kømurini og køkin á næmingaheiminum og felagsrúmini í skúlanum. Vit vænta, at næmingarnir altíð rudda upp eftir sær í skúlanum og næmingaheiminum. Næmingar skulu altíð rudda upp eftir sær aftaná máltíðirnar. Kømurini skulu vera ruddilig og rein. Somuleiðis skulu næmingarnir vaska síni egnu klæðir og pløgg.
Sjúka
Næmingarnir verða á næmingaheiminum, uttan so, at sjúkan krevur nógva røkt. Í tí støðu verða vanligar mannagongdir fylgdar við at vitja kommunulækna ella bráfeingishjálp um neyðugt. Næmingurin meldar seg sjúkan hjá kontórinum ella vaktinum á næmingaheiminum.
Loyvd frávera
Um næmingurin av góðum grundum ikki kann luttaka í undirvísinigni ella øðrum ítrívi, skal frávera fráboðast skrivstovuni ella lærara og vakti. Frágreiðingin um fráveru verður viðgjørd og váttað av skrivstovuni.
Vikuskifti á skúlanum
Næmingarnir kunnu gista á næmingaheiminum eitt ella tvey vikuskifti um mánaðin, um tey hava hug. Vaktarfólk er altíð til staðar á næmingaheiminum og verður altíð tøkt at hjálpa. Tey vikuskiftini, ið næmingar yvirnátta, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum og samansjóðing.
Fyri útlendskar næmingar er hetta tó ikki galdandi. Næmingar úr øðrum londum verða í stóran mun á Næmingaheiminum hvørt vikuskifti.
Lyklar og depositum
Á Næmingaheiminum verða kømrini vanliga ikki stongd av og umsitir vakturin lyklar til øll kømur og kunnu kømrini stongjast av í vikuskiftinum, um næmingurin ynskir tað. Depositum á kr.2000,- kr skal gjaldast áðrenn 1. mars, í tí skúlaárinum næmingurin skal byrja á Føroya Eftirskúla.
Lummapeningur
Mælt verður til, at næmingurin ikki hevur stórar upphæddir í leysum pengum uppi á sær í skúlanum ella næmingaheiminum, men heldur gjaldskort. Ábyrgdin av virðislutum og peningi liggur hjá næminginum og foreldrunum.