1. Navn og endamál
§ 1. FØROYA EFTIRSKÚLI er ein sjálvsognarstovnur heimahoyrandi í Tvøroyrar Kommunu.
Skúlin varð stovnaður av áhugabólkinum fyri stovnan av Føroya eftirskúla á Tvøroyari og er settur á stovn sum sjálvsognarstovnur frá 13/03 2019 at rokna.
§ 2. Endamál sjálvsognarstovnsins er at reka eftirskúla eftir teimum til einahvørja tíð galdandi lógum og kunngerðum fyri eftirskúlar.
Stk. 2. Endamál skúlans er at reka eftirskúla og annað tilknýtt virksemi í hesum sambandi:
Eina undirvísing, ið er í samsvar við fólkaskúlalógin og grundhugsjónina hjá eftirskúlanum.
2. Rakstur Skúlans
§ 3. Rakstur skúlans er framdur við sjálvbodnum stuðli, við foreldragjaldi og við stuðuli frá tí almenna.
Stk. 2. Eitt møguligt avlop av rakstri skúlans legst til stovnin (Føroya Eftirskúli) og er tøkur peningur til møguligt rakstrarhall og annars til gagn fyri skúlan, sum t.d. til betran av undirvísingartilfari og tílíkt.
3. Foreldrabólkur og áhugabólkur
§ 4. Foreldrabólkurin eru foreldur/verjar at børnum í skúlanum.
Stk. 2. Áhugabólkurin er áhugafelagið fyri stovnan av Føroya Eftirskúla.
4. Ársfundur
§ 5. Regluligur ársfundur verður hildin hvørt ár á skúlanum. Ársfundurin verður hildin í mai mánaði. Lýst verður við brævi til limirnar í foreldrabólkinum og við kunngerð fyri áhugabólkin ikki minni enn 14 dagar frammanundan og við hesi fráboðan um fundarskrá:
- Val av fundarstjóra
- Stýrið leggur fram frágreiðing
- Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.
- Val av stýrislimum og varalimum smb. § 6.
- Innkomin uppskot
- Ymiskt
Stk. 2. Ynski um viðger› av uppskotum á regluliga ársfundinum skulu skrivliga latast stýrinum í seinasta lagi 1.apríl, og hesi skulu kunngerast áhugabólkinum við fundarboðunum til ársfundin.
Stk. 3. Eftir áheitan frá stýrinum ella áhugabólkinum kann eyka ársfundur verða hildin. Fundarboðini eru sum til regluligan ársfund. Fundarskráin skal lýsast saman við fundarboðunum.
Stk. 4. Tað, sum er farið fram á ársfundinum og møguligar tiknar avgerðir, verður skrivað í gerðabók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.
5. Samanseting av stýrinum
§ 6. Skúlastýrið hevur 5 limir:
2 limir verða valdir í millum foreldur, ið hava børn í skúlanum. Foreldur eru tey, sum hava foreldramyndugleikan.
2 limir verða valdir av áhugabólkinum
1 limur verður valdur av – og millum teirra – ið starvast í skúlanum.
Stk. 2. Stýrislimirnir ver›a valdir fyri 2 ár í senn. Afturval er møguligt.
Stk. 3. Eitt eykaumboð verður valt fyri hvønn av bólkunum í stk, 1 og 2.
Stk. 4. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni
6. Uppgávur Skúlastýrisns
§ 7. Skúlaleiðarin er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.
Stk. 2. Stýrið hevur fund í minsta lagi 3 ferðir um árið. Eisini verður fundur um 3 stýrislimir ynskja tað.
Stk. 3. Formaðurin gevur luttakarunum fundarboð saman við fundarskrá eina viku frammanundan fundinum.
Stk. 4. Formaðurin leiðir samráðingar og atkvøðugreiðslur og syrgir fyri at avgerðir verða førdar í eina gerðabók. Aftan á hvønn fund undirskriva luttakararnir gerðabókina. Hvør einstakur hevur rætt til at fáa sína øðrvísi áskoðan førda í gerðabókina. Formaðurin syrgir fyri at tiknar avgerðir verða fylgdar.
Stk. 5. Stýrið er viðtøkuført, tá ið minst 4 limir eru á fundi. Avgerðir takast við meiriluta. Í førum við atkvøðujavna hevur formaðurin avgerandi atkvøðuna.
§ 8. Ein stýrislimur er ógegnigur í málum, har viðkomandi ella næstingar hansara hava fíggjarligan ella serstakan persónligan áhuga í úrslitinum av málinum. Almennar reglur fyri ógegni og tagnarskyldu, galdandi í almennari umsiting, eru galdandi fyri stýrislimir.
§ 9. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans góðkennir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.
Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landstýrismanninum.
Stk. 3. Stýrið hevur rætt til innlit í roknskaparviðurskiftini og skal góðkenna rakstrarætlan og roknskap fyri skúlan.
Stk. 4. Stýrið ásetur foreldragjald.
Stk. 5. Stýrið setur og loysir leiðaran, lærarar og onnur starvsfólk úr starvi. Leiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í arbeiði ein part av skúlaárinum.
7. Tekningarrættur
§ 10. Stovnurin verður teknaður av formanni stýrisins saman við skúlaleiðaranum.
8. Skúlaleiðari
§ 11. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna. Skúlaleiðarin hevur fyri stýrinum ábyrgdina av:
- at galdandi lógir og reglur verða hildnar
- at undirvísingin verður framd samsvarandi galdandi reglum
- at undirvísingarligu viðurskiftini eru í lagi
- at tann av stýrinum góðkenda rakstarætlan verður hildin
- at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins
9. Roknskapur
§ 12. Roknskaparárið fylgir kalendaraárinum.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum. Grannskoðaði roknskapurin verður sendur stýrinum til framløgu á fyrstkomandi almenna ársfundi til góðkenningar.
10. Broyting av reglugerð
§ 13. Broytingar í viðtøkunum kunnu fara fram eftir samtykt á tveimum hvørt eftir øðrum fylgjandi stýrisfundum við 14 daga millumbili.
Stk. 2. Á báðum stýrisfundunum skulu broytingarnar í viðtøkunum samtykkjast av einum meiriluta av samlaða talinum av stýrislimum. Broytingar í viðtøkunum skulu sendast landstýrismanninum til góðkenningar.
11. Avtøka
§ 14. Avgerð um at avtaka sjálvsognarstovnin kann bert takast av stýrinum.
Stk. 2. Heldur stovnurin uppat við at hava skúlavirksemi sambært endamálsgreinini, skal hann avtakast.
Stk. 3. Tað er skylda skúlastýrisins at boða Mentamálaráðnum frá um avtøku skúlans
Stk. 4. Tað er harumframt skylda hjá sitandi skúlastýri í tí føri skúlin verður avtikin, at virka til fíggjarlig uppgerð av ogn og skuld er avgreidd.
Stk. 5. Verður stovnurin avtikin, fer møgulig ogn til líknandi endamál og/ella annað vælgerandi endamál.
§ 15. Hesar viðtøkur um stýri skúlans og fíggjarlig viðurskifti eru galdandi, tá eru góðkendar av Mentamálaráðnum.