Virðisgrundarlag
Felagsskapurin er grundaður á felagsábyrgd og virðing fyri hvør øðrum.
Vit stuðla bæði tí einkulta næminginum og felagsskapinum, og ynskja frælsi og tryggar karmar at virka í.
Føroya Eftirskúli byggir sítt virðisgrundarlag á námsfrøðiliga og fólkaræðisliga menning, læru og granskan. Persónlig og felags siðmenning grundað á føroyska mentan og søgu.
Hugsjónin er eisini grundað upplýsing, menning og fólkaræðisliga siðmenning.
Tað er ígjøgnum felagskap og yrki, at vit stimbra eitt læriumhvørvi, har einkulti næmingurin kann búnast.
Skúlin hevur til endamáls, at menna og útbúgva menniskju at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi og saman í felagsskapi.
Endamáls skúlans: granskan og vitan
Føroya Eftirskúli og skúlans endamál: granskan og vitan
Á Føroya Eftirskúla síggja vita tað, sum ein part av okkara uppgávu at upplýsa næmingarnar um lívið og mentan í Føroyum, við øllum sjónarmiðum umboðaði og ymisleika. Soleiðis at geva tí einkulta næmingin eina persónliga og felagsliga siðmenning. Hetta verður gjørt við, at møta, granska og vitja allar Føroyar, ígjøgnum felagsskapin í skúlanum og fakliga hugdýping í teimum fakunum á skúlanum.
Vit ynskja, at næmingar ognað sær royndir ígjøgnum læru og siðmenning av ymsum mentanum kring Føroyar, við atlit til tey ymisku fakini. Hetta virðisendamál er sjónligt í tí fakliga og felags samveruni á skúlanum, har vit menna sjálvsálit og ábyrgd við atliti til aðrar næmingar og tí einkulta.
Føroyar, sum grundarlag
Føroya Eftirskúli lærir næmingum um teirra siðmenning í føroyskum søguligum og mentanarligum høpi. Hetta verður gjørt í serbreytini, sum eitur Føroyabreytin og loyvir næmingum at vitja og granska allar 18 oyggjarnar í Føroyum.
Hugsjón skúlans
Vit arbeiða fyri eggja næmingum til dirvi, dugnaskap og vilja til eitt gott lív fyri sær sjálvum og øðrum.
Tað er týdningarmikið fyri okkum, at tú fær loyvið til.
- At læra nógv
- At granska umhvørvið og landið
- At mennast, sum einstaklingur og verða skapandi
- At vera saman við øðrum í felagsskapi og at virka saman
- At verða avbjóðaður í ivamálum og vitan.
- Frælsi til at taka persónligar avgerðir