Vælkomin Hanna Flóvinsdóttir
Føroya Eftirskúli bjóðar Honnu Flóvinsdóttir vælkomna í starvið, sum samskipara av Films- og Sjónleikarabreytini á Eftirskúlanum. Hanna hevur drúgvar royndir innan sjónleik og film, og er eitt kent andlit í Føroyum. Somuleiðis er Hanna forvkinna í Havnar Sjónleikarafelag og Sjónleikarahúsið.
Hanna er spent at byrja og at samskipa hesa breyt, og at læra ungdómar um fjølbroytta films og sjónleikaraheimin. Kom við á Eftirskúla og fá eina uppliving fyri lívið.