Í gjár 19. august vóru næmingar á Føroya Eftirskúla og vitjaðu Tvøroyrar Skúla, og 10. flokk, har tey skulu hava fak saman. Somuleiðis, hava tey lært hvønn annan at kenna og nýggja stásiliga næmingaheimið.
Eftir døgurða høvdu næmingarnir innleiðslu til film og sjónleikarabreytina við Honnu Flóvinsdóttir. Síðan varð avgjørt at fara til Hvalbiar, har fimm døglingar høvdu gjørt landgongd. Í Hvalba upplivdu næmingar, hvussu døglingur sær út og hvussu skorið varð.