Søga verður skrivað.

Í morgin, 19. August, verður ein søguligur dagur fyri Suðuroynna og allar Føroyar, nú eitt serstakt mál er rokkið. Tí í morgin er fyrsti skúladagur á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Næmingar úr øllum landinum, og úr Danmark, koma til Tvøroyrar at ganga í eftirskúla.

Eftirskúlin hevur nógv spennandi at bjóða ungu fólkunum. Lærugreinarnar fevna um E-sport, film og sjónleik, og Føroyabreytina, har næmingar skulu vitja allar oyggjarnar og læra Føroyar betur at kenna.

Føroya Eftirskúli hevur sum endamál, at næmingar skulu siðmennast sum menniskju í einum skapandi listarligum umhvørvi. Tað snýr seg um at menna nýggjar førleikar og at bjóða sær sjálvum av fjølbroytta umhvørvinum, sum Tvøroyri hevur at bjóða.

Her koma næmingarnir valla at keða seg, tí Tvøroyri hevur allar nútímans hentleikar og er ein lívligur býur við virknum ítróttargreinum, og søguligum og mentanarligum umhvørvi. Frá ítrótti til sjónleik og tónleik, til matstovur og kaffistovur, trúarlív, ja her er nógv at fara til. Samstundis skulu næmingarnir læra syðstu og vakrastu oynna at kenna, har hvør einstaka bygd hevur nógv at bjóða. Føroy Eftirskúli hevur eisini gjørt samstarv við Ítróttarháskúlan í Vági, har næmingarnir onkran dag vitja hvønn annan og læra eitt sindur um, hvat hini takast við í tí dagliga.

Óivað kann ein lítil søguligur bóklingur skrivast um tilgongdina og undangongufólki, sum hevur slóðað fyri eftirskúlatilboðnum í Føroyum. Søgan um ein eftirskúla í Suðuroy byrjar fyri meira enn 20 árum síðan, meðan søgan um eftirskúlar yvirhøvur í Føroyum hevur nærum 40 ár á baki. Tað hava verið ymiskir borgarar, feløg og politikarar, sum hava stríðst fyri at fáa sett á stovn ein eftirskúla í Føroyum. Tað hevur verið ein drúgv tilgongd millum áhugabólkar og politiska myndugleikan um álitið um eitt eftirskúlatilboð.

Tó so, so verður tað í morgin, at dagurin kann merkjast í søgubøkurnar, tí ikki færri enn tveir eftirskúlar skulu byrja í Føroyum. Føroya Eftirskúli á Tvøroyri og Brúgvin, eftirskúlin í Skálavík. Okur lata heilsa her frá og ynskja tykum blíðan byr á Sandoy.

Skúlastjórin, Pól Arni Holm, hevur arbeitt hart og málrættað fram ímóti, at skúlin verður veruleiki og stóra tøkk skal hann hava fyri hetta. Somuleiðis ynskja vit honum blíðan byr á nýggju leiðini. Stóra tøkk til Tvøroyrar Skúla fyri samstarvið og framtíðar samstarv.

Nú mugu okur savnast og arbeiða saman um at menna skúlan víðari, soleiðis at hesin søguligi dagur gerst ein sólskinssøga fyri Tvøroyri og alla Suðuroynna, ja allar Føroyar.

Vegna skúlastýrið

Jens Arni Leo Hammerfoss