Opið Hús á Føroya Eftirskúla

Í samband við Mentunnarnáttina á Tvøroyri fríggjadagin 28 mai fer Føroya Eftirskúli at hava opið hús fyri øllum!

Komandi næmingar, foreldur og øll onnur skulu verða so hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið.
Næmingaheimi Við Sílá 28 er opið frá 1630 – 1800 og sjálvur Eftirskúlin á Sjógøtu 2 frá 1800 – 2200.

Leiðarin og breytalærarir verða at hitta og okkurt gott til góman. Næmingar á E-Sportbreytini fara eisini at bjóða av í ymiskum spølum.

Øll eru hjartaliga vælkomin