Vitjan úr Tinglev

Leygardagin 13. novembur fekk Føroya Eftirskúli vitjan úr Danmark av Jørn Warm skúlastjóri á Deutche Nachschule eftirskúlanum í Tinglev í Suðurjyllandi og hansara starvsfelaga Rico Magnus Andersen. Báðir eru føroyavinir og Jørn er eisini hálvur føroyingur sjálvur. Í januar 2022 mánaði fær Føroya Eftirskúli praktikant frá eftirskúlanum í Tinglev og í mai 2022 fer Føroya Eftirskúli at vitja Deutche Nachschule Tingleff í 4 dagar, og ein túrur til Týsklands er eisini í umbúna. Teir siga seg vera spentir at fylgja við, hvussu eftirskúlin í Føroyum mennist og komu við nógvum hugskotum um at reka ein eftirskúla og hvat krevst av starvsfólkunum, og næmingunum! Til næsta skúlaár 2022/2023 er ætlanin, at skúlarnir báðir fara at vitja hvønnannan og ein slíkur uttanlandstúrur fer at verða ein fastur partur av upplivingini at ganga á Føroya Eftirskúla! Nógv toka var leygardagin men okur náddu ein skjótan túr til Fámjins, har tað var meira klárt í veðrinum! Føroya Eftirskúli takkar teimum fryntligu monnunum fyri teirra vitjan og eru okur spent uppá okkara framtíðarsamstarv.