Entries by Nadya Joensen

Gittarundirvísing á Listabreyt

Listabreytin á Føroya Eftirskúla hevur eisini gittarundirvísing á skránni várhálvuna 2026. Okkara egni Uni Debess leggur teimum ungu lag á gittarspælið! Hetta er kreativt, stuttligt og ikki minst ein rokkandi og rullandi listabreyt”

Gott nýggjár

Føroya Eftirskúli vil hervið ynskja øllum eitt gott nýggjár og alt tað besta í komandi árið! Skúlin hevur sligið rót í okkara vøkru Suðuroy og er eitt eftirskúlatilboð til allar føroyingar og norðurlendingar við! Gleða okkum til nýggjar avbjóðingar í komandi árið

Starvsvenjing

Starvsvenjing er nakað heilt serligt fyri okkara næmingar og her fáa tey ungu eina roynd í arbeiðslívinum uppá nógvar mátar. Niðanfyri síggja tit myndir frá okkara næmingum, sum í løtuni eru úti í starvsvenjing kring Føroya land.

Fyrstu næmingar í starvsvenjing

So fóru fyrstu næmingarnir hjá okkum í starvsvenjing. Jens og Kristian fóru umborð á Steintór kl 23:00 í gjárkvøldið. Vit ynskja teimum góðan túr og gott fiskarí. Í næstu viku fara hinir næminganir runt Føroya land at royna seg ymsastaðni. Tað verður sera spennandi hjá teimum ungu.

Vitjan av gomlum næmingum

Sunnudagin 16. februar, áðrenn tey flestu vóru komin aftur úr vetrarferiu, fingu okur vitjan av gomlum næmingum frá nær og fjar, bæði Føroyum og uttanlanda- tann eini fyrrverandi næmingurin var komin allan vegin úr Nuuk fyri at verða saman við okkum. Sera stuttligt tá tey ungu knýta vinarbond yvir landamørk og vitja aftur á Føroya […]

Námsferð

Námsferðin hjá Føroya Eftirskúla á Tvøroyri dagarnir 11 – 17 . mai! Ein fantastisk vika farin afturum nú vanliga skúlagongdin er av og próvtøkur byrja! Okur hava haft nakrar sera góðar dagar í Danmark og Týsklandi við bakandi sól so at siga allar dagarnir! Vitjaðu danska Tjóðarsavnið í Keypmannahavn, Amalienborg og Tivoli og øll sloppu […]

Starvsvenjing

Í næstu viku verður starvsvenjing hjá okkara næmingum og tey fara nógv ymiskt støð – nøkur fara allan vegin til Danmarkar, nøkur verða verðandi í Suðuroynni og onkur fer til miðstaðarøkið. Okkara týsku næmingar Therese og Ronja fara sum nakað serligt út í Stóra Dímun at verða í 14 dagar og hjálpa til harúti. Spennandi […]

Gott nýggjár

Føroya Eftirskúli ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár og spennandi tíðir fyri framman í 2024 fyri fyrsta eftirskúla í Føroyum.

Jólaferian nærkast

Nú styttist til jólaferian byrjar og næmingarnir á Føroya Eftirskúla hava havt úr at gera hesir dagarnir. Teir hava verið til avbjóðandi klintridag í Tórshavn, framleitt nógv ymiskt í FabLab í Vági, eisini hava teir verið á brandskeið, har allir næmingar gjøgnumførdu skeiðið. Her eru nakrar myndir frá teimum seinastu útferðunum í kavakløddum fjøllum

Ítróttardagur, útferðir og føroyskur dansur

Hetta hevur verið ein spennandi vika á Føroya Eftirskúla. Mangt ymiskt hevur verið á skrá, til dømis hevur tann árligi Ítróttardagurin verið saman við øllum skúlunum á Suðuroynni, vit hava verið á vitjan í kolanáminum í Hvalba, vit hava hildið føðingardagar, verið til føroyskan dans í Fámjin saman við einari rúgvu av ungum fólkum og […]