Ítróttardagur, útferðir og føroyskur dansur
Hetta hevur verið ein spennandi vika á Føroya Eftirskúla. Mangt ymiskt hevur verið á skrá, til dømis hevur tann árligi Ítróttardagurin verið saman við øllum skúlunum á Suðuroynni, vit hava verið á vitjan í kolanáminum í Hvalba, vit hava hildið føðingardagar, verið til føroyskan dans í Fámjin saman við einari rúgvu av ungum fólkum og so hava vit ikki minst havt vanliga skúlagongd