Pól Arni Leiðari á Føroya Eftirskúla

Týsdagin 11. varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri.

Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari. Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum.

Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr. Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands. Vónirnar eru stórar til ætlanina.

Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing. Okur í Stýrinum fyri Føroya Eftirskúla ynskja Pól Arna blíðan byrð í nýggja starvinum og vóna, at hann fær dyggan stuðul frá Føroya fólki, lokalumhvørvi og landsmyndugleikum.

Føroya Eftirskúli á Tvøroyri er nýbrot í føroyskari skúlasøgu.