Rúni Winther Johnsen undirvísari í E-Sport
Rúni Winther Johnsen skal undirvísa E-sport.
Vit á Føroya Eftirskúla kunnu avdúkað, at vit hava fingið Rúna Winther Johnsen, at undirvísa í E-Sport breytini. Rúni hevur góðar royndir úr E-Sport heiminum og er ein av fyriskiparunum til eSport.fo, sum er ein E-sport kapping.
Vit gleða okkum, at fáa Rúna at undirvísa á hesi spennandi breyt og vit gleða okkum, at bjóða næmingum eitt stimbrandi og spennandi upplivilsi á breytini.
Rúni Winther Johnsen.