Foreldravitjan á Eftirskúlanum
Føroya Eftirskúli bjóðar næmingum við foreldrum á vitjan í skúlanum sunnudagin tann 14. juni frá kl. 13.00 til 17.00.
Tá verður høvið at hitta leiðaran og starvsfólk á skúlanum, ið fara at greiða frá skúlagongd og skipan. Kunnað verður um breytirnar og ætlanirnar hjá skúlanum annars. Limir fyri stýrið í eftirskúlanum koma eisini at siga frá arbeiðinum handan skúlan. Eisini verður høvið til at síggja skúlan og at vitja næmingaheimið.
Okkurt ábit verður, og vit bjóða eisini the og kaffi omaná.
Tiltakið er ætlað næmingum á Føroya Eftirskúla og foreldrum teirra. Tað er lagt soleiðis til rættis, at tað passar við galdandi ferðaætlan hjá Smyrli.
Fá pláss eru eftir! Meldið til nú.