Næmingar og foreldur á vitjan

Næmingar við foreldrum vóru á vitjan á Eftirskúlanum sunnudagin 14. juni.

Næmingarnir og teirra familjur koma ymsastaðni frá úr Føroyum, t.d. Klaksvík, Vágum, Tórshavn og aðrastaðni. Víst varð runt á skúlanum og næmingaheiminum, har Pól Arni greiddi frá, hvussu virksemi skúlans er lagt til rættis.

Saman við Pól Arna, hittu foreldur og næmingar breytaleiðarnar, Rúna og Honnu, sum greiddu avíkavist um E-sport og Film og Sjónleik.

Áðrenn farið var á næmingaheimið fingu vitjandi høvi, at práta saman og eta góðan mat frá Café Mormor.

Vit gleða okkum og eru sera spent til fyrsta eftirskúlaskeiðið byrjar.