Skúlin endaliga góðkendur og nú veruleiki!

Tað er við stórari gleði, at stýrið fyri skúlan kann boða frá, at endaligu góðkenningarnar, trygd o.a. er komið undir land.

Takkarkvøður

Eftir áleið 20 ára longa tilgongd, eru okur loksins komin á mál, á herðunum á teimum, sum slóðaðu fyri okum, byggja okur nú víðari. Stóra tøkk til áhugabólkar og undangongufólk, sum hava verið við til at birta undir áhugan fyri eftirskúlan. Takk til Mentanamálaráðið fyri gott og framhaldandi gott samstarv. Somuleiðis takk til Tvøroyrar Kommunu fyri stuðul og samstarv, og til framtíðar samstarv eru okur til dystin fús. Nú gleða vit okkum til skúlabyrjan og at fara til verka við at menna eftirskúlan á Tvøroyri.

Stóra tøkk til Tummas Í Dali, sum trúfastur hevur útgivið Eftirskúlablaðið. Stóra tøkk til Mariann Mikkjalsdóttir, sum hevur verið við til at myndað skúlan og innihaldið, og hevur verið ein dyggur stuðul.

Næmingaheim broytt

Upprunaliga var ætlanin at nýta bygningin í Miðbrekku á Tvøroyri sum næmingaheim, men tíverri bar hetta ikki á mál. Hóast hetta takka okur fyri samstarvið og ynskja eigarunum blíðan byr. Ístaðin hevur Føroya Eftirskúli undirskrivað ein sáttmála við partafelagið, sum eigur stásiliga húsið við Silánna, til leigu. Húsið er væl egnað til endamálið, og rúmar 24 næmingum og 2 vaktum. Hølini eru nútímansgjørd við øllum nútímans hentleikum og trygdarútgerð. Uttan iva, fara næmingar og arbeiðsfólk at trívast væl í hesum umhvørvinum.

Farsóttin

Mentamaláráðið hevur góðkent húsið og skúlan, og nú skulu okur til verka, men orsaka núverandi støðu við koronu, er neyðugt við fyrivarni og at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum. Um støðan broytist, kunnu okur vænta, at skúlabyrjanin møguliga verður forskotin. Sum nú er, verður fyrsti skúladagur tann 18. august.

Okur ynskja foreldrum og næmingum hjartaliga vælkomnum á Føroya Eftirskúla.

Vegna stýrið fyri Føroya Eftirskúla,

Bjarni Hammer, formaður

Jens Arni Leo Hammerfoss, peningarøkil

Pól Arni Holm, skrivari og skúlastjóri og Cecilia Nolsøe Sørensen, nevndarlimur