Fyrsti skúladagur útsettur ein dag
Fyrsti skúladagur á Føroya Eftirskúla er útsettur ein dag. Foreldur og næmingar eru kunnað um broytingarnar. Til ber hjá næmingum at koma suður týsdagin 18. august við Smyrli kl.13:00 ístaðin.
Næmingar møta fyrst á Tvøroyrar Skúla kl.11:00 ónsdagin 19. august.
Fyrsta vikan er innleiðsluvika, har næmingar koma at kenna hvønn annan, starvsfólk og umhvørvið. Okur eru sera spent at taka ímóti fyrsta flokki á Føroya Eftirskúla.
Vinarliga
Pól Arni Holm, skúlastjóri