Fyrsta vikan
So fór fyrsta vikan afturum hjá Føroya Eftirskúla-. Ein vika við nógvum túrum og útferðum og ikki minst útferðin til Stóra Dímun. Hvannhagi, Hol í Hellið og Akraberg náddu okur eisini. Hava eisini haft 2 góðar dagar saman við 10 flokkunum á Tvøroyri og Vági. Takk til umboðini fyri ítróttarlívið á Tvøroyri sum okkara næmingar eisini verða ein partur av, fyri teirra vitjan á Næmingaheiminum. Nú byrjar skúlagongdin av álvara í morgin.