Útferð í Norðoyggjum
Hendingarík vika 37 á Føroya Eftirskúla. Útferð til Norðuroyggjar har yvirnátta bleiv í Skótahúsinum. Dagin eftir gekk leiðin út í Kalsoynna. Kl.08:00 um morgunin lá tokan um alt landið og tað regnaði illa, men komin norður til Trøllanes klárnaði og okur fingu ein fantastiskan túr út á Kallin. Ellars vóru skúlating, hugnaløtur, kópakonan og ikki minst siðsøguligt jarnsmíð á skránni.