Jólamarknaður á Seglloftinum

Sunnudagin var jólamarknaður á Seglloftinum og sjálvandi var Føroya Eftirskúli við. Næmingarnir hava baka alt frá siropskøkum til brystsukur og gjørt ymiskar pryðislutir og jólapynt tær síðstu 2 vikurnar:) Sølan eydnaðist sera væl og funnu tey eisini sjálvi uppá at baka vaflur og gingu tær sum heitt breyð á marknaðinum. Tað verður samlað inn til at skúlin fer til Danmarkar í mai 2022 at vitja danskan eftirskúla í Suðurjyllandi. Raskir ungdómar kann ikki annað sigast.