Føroya Eftirskúli á Efterskolerne.dk

Nú er Føroya Eftirskúli komin á heimasíðuna hjá efterskolerne.dk. Ein liður í uppbygging av føroyskum eftirskúla er góða sambandið við donsku eftirskúlaskipanina og eru tey eisini holl í ráðum. Á okkara eftirskúla eru grundarsteinarnir at læra okkara ungu at taka ábyrgd, sjálvsmenning og ikki minst at læra um okkara egna mál og mentan. Í ár hava okur 4 næmingar úr Danmark og 1 úr Grønlandi og kunnu væntast enn fleiri næsta ár. Fleiri av teimum hava eitt ávíst samband til Føroyar og vil hetta eisini styrkja teirra samband við Føroyar og ikki minst føroyskt mál og mentan!
Ver vælkomin øll á Føroya Eftirskúla☺️🇫🇴