Nýtt ár, nýggjar upplivingar
So byrjaði skúlaárið 2022 og hvat er betur enn at brenna bál og at matgera yvir opnan eld. Eftirskúlanæmingarnir fóru vestur í Botnskarð ein av fyrstu døgunum av árinum og hugnaðu sær veldigt úti í okkara fantastisku nátturu og eru tílíkir dagar balsam fyri likam og sál. Nakrir næmingar vóru ikki komnir fram enn frá jólafrí vegna vánaliga veðrið, men teimum bleiv lova at ein tílíkur túrur skuldi gerast sum skjótast aftu.