Entries by Nadya Joensen

Starvsvenjing

Í næstu viku verður starvsvenjing hjá okkara næmingum og tey fara nógv ymiskt støð – nøkur fara allan vegin til Danmarkar, nøkur verða verðandi í Suðuroynni og onkur fer til miðstaðarøkið. Okkara týsku næmingar Therese og Ronja fara sum nakað serligt út í Stóra Dímun at verða í 14 dagar og hjálpa til harúti. Spennandi […]

Gott nýggjár

Føroya Eftirskúli ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár og spennandi tíðir fyri framman í 2024 fyri fyrsta eftirskúla í Føroyum.

Jólaferian nærkast

Nú styttist til jólaferian byrjar og næmingarnir á Føroya Eftirskúla hava havt úr at gera hesir dagarnir. Teir hava verið til avbjóðandi klintridag í Tórshavn, framleitt nógv ymiskt í FabLab í Vági, eisini hava teir verið á brandskeið, har allir næmingar gjøgnumførdu skeiðið. Her eru nakrar myndir frá teimum seinastu útferðunum í kavakløddum fjøllum

Ítróttardagur, útferðir og føroyskur dansur

Hetta hevur verið ein spennandi vika á Føroya Eftirskúla. Mangt ymiskt hevur verið á skrá, til dømis hevur tann árligi Ítróttardagurin verið saman við øllum skúlunum á Suðuroynni, vit hava verið á vitjan í kolanáminum í Hvalba, vit hava hildið føðingardagar, verið til føroyskan dans í Fámjin saman við einari rúgvu av ungum fólkum og […]

Fyrsta vikan á Føroya Eftirskúla

Fyrsta vikan á Føroya Eftirskúla 2023/2024 Føroya Eftirskúli legði til brots tann 16. august í ár og hava okur longu vitja tvær av okkara serstøku oyggjum, Stóra Dímun og Mykines! Okkara E-Sport hold er farið til verka og aftaná nógvu frísku luftinum eru skúlafakini og breytinar farnar í gongd! Ein sera góður hópur úr Føroyum, […]

Útferð til Mykines

Oyggj 2 vitja! Okur vóru á vitjan í Mykinesi herfyri og høvdu okur besta ferðaleiðarin í Odu Andreassen sum greddi okkum hegnisliga frá um oynna og serliga djóralívið! Hóast nógva toku var túrurin góður og klárnaði eisini í seinni á degnum. Ein læruríkur túrur

Skúlabyrjan

So fór Føroya Eftirskúli í gongd:) Lagt var beinanvegin til brots á okkara introtúri til sjálvasta Stóra Dímun í fagrasta veðrið! Vælkomin úr 4 ymiskum londum til okkara oyggjaland og ferðin er nústani byrja:) Vælkomin til Suðuroy, Føroya Eftirskúla og Tvøroyri

Nýtt skúlastýri

Nýtt skúlastýrið farið til verka handan Føroya Eftirskúla! Vælkomin Súsanna Bertholdsen og Jenis av Rana! Ynskt verður tykkum blíðan byrð og spennandi í komandi tíðum at verða við til at byggja eftirskúlatilboð í Føroyum☺️

Forkunnug vitjan

Vit fingu vitjan í dag á Eftirskúlan av 3 fyrrverandi næmingum sum leitaðu á gamlar gøtur á Tvøroyri Lív úr Havn, Ida úr Keypmannahavn og Vár sum eisini hevur búð í Danmark men nú kemur til Føroya at ganga á Glasir! Stuttligar og spennandi tíðir.

Fyrsti næmingur í Starvsvenjing

So er okkara fyrsti næmingur Fale Højgaard farin í starvsvenjing umborð á Brimli. Hinir næmingarnir byrja mánadagin í næstu viku! Takk tykur umborð á Brimli fyri at geva okkara ungu møguleikan at royna seg á sjónum