Entries by Nadya Joensen

Vitjan av Ítróttarháskúlanum

Í hesari vikuni høvdu okur vitjan av Ítróttarháskúlanum í Vági. Tað blivu gjørdar kappingar í CounterStrike og FIFA og spældu tey sera ágrýtin í fleiri tímar og sloppu lærarnir eisini at royna seg við misjøvnum úrslitum. Stuttligt at fáa vitjan og fara okur at gera enn meira við tað framyvir

Kolanámini í Hvalba

Okkara fyrsti túrin við Føroyabreytini var ein forvitnisligur túrur í kolanámini í Hvalba. Jákup Jensen greiddi hegnisliga frá og sloppu okur at høgga eitt sindur av koli eisini! Spennandi og áhugavert at vitja henda serliga vinnuveg sum enn á lívi í Føroyum

Næmingadagur verður 18/2

Næmingadagur 2023. Leygardagin 18. februar 2023 kl.13:00 er dagurin, har gamlir næmingar koma á vitjan. Okur eta ein góðan bita saman og hitta fyrrverandi floksfelagar. Vit gleða okkum at síggja nógvir fyrrverandi næmingar á hesum serliga degi. Verið Vælkomin Elevdag 2023. Lørdag den 18. februar 2023 kl.13:00 er elevdag, hvor gamle elever kommer på besøg. […]

Jólamarknaður

Í vikuskiftinum var ein so sera hugnaliga dagur á Seglloftinum, har alskyns jólapynt og annað var at fáa til keyps. Føroya Eftirskúli var við og seldu okur eina ørgrynnu av vaflum, rísalamande og ikki minst kaffe og té til øll tey sum komu at vitja. Okur takka fyri stuðulin, peningurin verður brúktur til okkara námsferð […]

Útferð til Vágoynna

Vágoyggin, sum er partur av okkara sambandið við útheimin, bleiv vitjað og har gistu okur hjá Húsmøðrafelagnum í Sørvági. Vitjað bleiv hjá flogfelag føroyinganna Atlantic Airways og sloppu okur at hyggja eftir tyrluflota okkara og fingu nógv ymiskt at vita. Á veg heim bleiv leiðin løgd forbí Kríggssavnið, og er tað altíð eina vitjan verd. […]

Gimsteinur nr. 12

So gekk leiðin til Hestoynna og okra oyggj nr 12. Áðrenn leiðin gekk út í Hestoynna bleiv steðgað í Kirkjubø, har gingu út framvið Brandansvík til gomlu búsetingina Úti í Bø. Komin út í Hestoynna fóru okur at fáa okkum at eta og síðani eina spurnarkapping, áðrenn farið var til songar í bygdarhúsinum. Veðrið dagin […]

Starvsvenjing

So var starvsvenjingin av. Næmingarnir á Føroya Eftirskúla byrjaðu vanliga skúlagongd mánadagin 14 mars eftir 2 vikur í starvsvenjing! Næmingarnir vóru runt ymstaðni í Føroyum og vóru 3 gentir eftir í Suðuroynni í starvsvenjingartíðini! 2 gentur vóru enntá í Danmark í starvsvenjing, har tær vóru fyrst á Flyvestation Skrydstrup og síðani á eftirskúlanum í Tinglev […]

Føstulávint 2022

Dagurin byrjaði við at Eftirskúlin dansaði føroyskan dans í Tvøroyrar Skúla og rungaði dansurin í fimleikahøllini. Aftaná fóru eftirskúlanæmingarnir saman við 10 flokki út á Næmingaheimi at sláa tunnu í dyrdarveðrinum. Pauli bleiv kattadrotning og Olivur bleiv kattakongur! Frálíkir fastelávintsbollar omaná og nú er vikuskiftið fyri framman.

Kom á Føroya Eftirskúla

Okur hava verið runt og vitja skúlar í Føroyum og fortalt um lívið á einum eftirskúla og hava fleiri næmingar verið við og vitja landið runt! Rokaligur februar mánaði við vitjan av gomlum næmingum, verkætlan, Alex okkara praktikantur fór avstað eftir 5 hendingarríkar vikur á okkara eftirskúla, útferðir og nú fara tey øll í starvsvenjing […]

Næmingar Vitja Gamlar Gøtur

19 19. februar fingu okur vitjan av 4 næmingum, ið gingu á Føroya Eftirskúla síðsta ár. Martin T, Martin V, Josef og Maibritt løgdu leiðina framvið og teir næmingar sum vóru eftir í vikuskiftið tóku væl ímóti. Saman við lærarum bleiv borðreitt uttanfyri og sólin skein oman og niðan, tó kavaklødd fjøll. Super stuttligur dagur […]