Ringrásin er komin saman

Ringrásin kom saman og kendist tað heilt serligt at okur løgdu út á okkara síðstu ferð á Føroybreytini. Skúvoyggin lá fyri framman í kumpassinum. Hendan serliga vakra og ikki minst søguliga oyggj. Hon liggur eitt sindur fjart frá nútíðarmeldrinum og gævi hon enn fer at gera tað. Skúvoyggin hevur varðveitt hin serliga føroyska bygdarfriðin og má hetta ikki broytast. Hon er ein tíðarlummi ið okur sum tjóð skulu ansa væl eftir. Hjá okkum gekk leiðin til Sigmundargrøv og tóku okur aftur í Føroyinga søgu sum okur plaga at gera á okkara ferðum. Við okkara práti um søguna kendist tað fullborið at enda her og vóru Beinir & Brestir, Havgrímur, Svínoyar-Bjarni, Turið, Tróndur í Gøtu hildin á loftið og fleiri við teimum. Okur settu okkum still niður og ótu okkara matpakka og kendist tað fantastiskt at sleppa runt á hesar ferðir og heilsa uppá okkara oyggjaland. Við Sigmundsgrøv skein sólin, grasið feyk í vindinum og hugdu okur friðsæl og í tøgn út á Skúvoyarfjørð.. Takk oyggjaland fyri hesuferð og eitt er vist at nógv eru ævintýrini eftir enn.