Fyrsta prógvhandanin

Ein søguligur og hugnaligur dagur. Í dag fingu næmingar á Føroya Eftirskúla handað prógv. Føroya fyrsti eftirskúli hevur lagt fyrsta árið afturum bak og Føroya fyrstu eftirskúlanæmingar eru lidnir. Dagurin varð hildin á Eftirskúlanum á Tvøroyri fyri næmingum og familju, og fyri innbodnum. Ein hugnalig løta við røðum, tónleiki og mati. Millum annað avdúkaði Pól Arni, skúlastjóri ein lítlan varða við bert 18 steinum. Sermerkt við hesum varða er, at hann hevur ein stein frá hvørjari oyggj. Um rætt skal verða rætt so eru 17 steinar og eitt kolastykki. Til lukku við próvnum og takk fyri.