Frítíðarkort til eftirskúlanæmingar
Føroya Eftirskúli takkar Tvøroyrar Kommunu fyri møguleikan hjá komandi eftirskúlanæmingum at brúka frítíðarkorti hjá kommununi. Hervið fáa komandi næmingar møguleikan at íðka ítróttagreinir í kommununi sum fótbólt, flogbólt, kappróður, fimleik, judo og borðtennis fyri einki. Vit gleða okkum til eitt nýtt skúlaár. Nógv spennandi tíðindi eru á veg.