Útferð til Nólsoynna

Føroya Eftirskúli á útferð til Nólsoyar

Føroya Eftirskúli er sum vant á ferð runt Føroya land og í viku 42 lá leiðin út í Nólsoynna! Fyrst bleiv steðgað í høvuðsstaðnum og fór leiðin niðan á Tjóðsavnið. Har bleiv fortalt um ymiskt spennandi úr føroyskari søgu og fingu næmingarnir eisini høvi at royna víkingaklæðir. Í Nólsoy bleiv yvirnáttað í Royndarhúsinum. Ovasavnið bleiv vitja og greitt var frá um róðrakempuna Ova og bátin Dianu Victoriu og bleiv leiðin løgd forbí hjá Jens Kjeld sum forvitnisliga greiddi frá føroyskum djóra- og náttúrulívið. Veturin er spakuliga komin men ferðirnar eru nógvar eftir enn áðrenn jóla og vitjanir runt okkara serstøka land og tjóð og øllum har býr.