Vetrartíðin er komin
Vetrartíðin er komin og dagarnir fyri framman eru styttri! Tann tíðin er tó hugnalig og sagtans kunnu aktivitetir verða bæði innan og uttan. Halloween sum okur ikki eru so von at hátíðarhalda bleiv tó hildin fyri fullari útblásing av okkara næmingum og fingu tey amerikanskar Sloppy Joes burgari til døgurða sum Nadya og Mogens stóðu fyri. Túgvan á Halgafelli bleiv vitja ein góðveðursdag og gingu nøkur okkara ein morguntúr um Mannaskarð millum Ørðavík og Hov. Seinni sama dag vitjaðu okur Savnið á Mýru og Hovgrímsgrøv! Næsta útferð er í umbúna og fara okur aftur út at ferðast í vikuni sum kemur:) Góðir dagar á Føroya Eftirskúla.