Starvsvenjing

So var starvsvenjingin av. Næmingarnir á Føroya Eftirskúla byrjaðu vanliga skúlagongd mánadagin 14 mars eftir 2 vikur í starvsvenjing! Næmingarnir vóru runt ymstaðni í Føroyum og vóru 3 gentir eftir í Suðuroynni í starvsvenjingartíðini! 2 gentur vóru enntá í Danmark í starvsvenjing, har tær vóru fyrst á Flyvestation Skrydstrup og síðani á eftirskúlanum í Tinglev í Suðurjyllandi. Næmingarnir lótu væl at allastaðni og gleða okur okkum at hoyra tey greiða frá teirra gerandisdegi síðstu 14 dagarnir! Takk til fyritøkur, skúlar, stovnar av ymsum slag og gistingarhús fyri at taka okkara næmingar í starvsvenjing og ikki minst geva teimum royndir í arbeiðslívinum.