Gimsteinur nr. 12
So gekk leiðin til Hestoynna og okra oyggj nr 12. Áðrenn leiðin gekk út í Hestoynna bleiv steðgað í Kirkjubø, har gingu út framvið Brandansvík til gomlu búsetingina Úti í Bø. Komin út í Hestoynna fóru okur at fáa okkum at eta og síðani eina spurnarkapping, áðrenn farið var til songar í bygdarhúsinum. Veðrið dagin eftir var einki serligt, men okur løgdu leiðina suður á Hælin, tóat tað regnaði nakað illa. Suðuri á Hælinum eru leivdir av gamlari búseting og hetta eitt serliga nattúruvakurt stað, og ikki minst søguligt. Fyri at halda hitan bleiv sligið ring og kvóðu okur nøkur ørindi í oysandi regnið. Ein spennandi dagar á Føroya Eftirskúla. Í næstu viku fara nakrir av okra næmingum á trygdarskeið í Klaksvík.