Námsferð

Námsferðin hjá Føroya Eftirskúla á Tvøroyri dagarnir 11 – 17 . mai! Ein fantastisk vika farin afturum nú vanliga skúlagongdin er av og próvtøkur byrja! Okur hava haft nakrar sera góðar dagar í Danmark og Týsklandi við bakandi sól so at siga allar dagarnir! Vitjaðu danska Tjóðarsavnið í Keypmannahavn, Amalienborg og Tivoli og øll sloppu leys á gongugøtuni nakrar tímar eisini – Okur búðu gott og væl á Vestrubrúgv! Síðani nakrar dagar á eftirskúlanum í Tinglev og ein stuttan túr til Flensburg í Týsklandi. Biltúr til sólsetur á vesturstrondini og vitjan á sera góða savninum við Dybbøl Mølle! Rockkonsert við Hamradun og ítróttardagur og grillkvøld við næmingunum frá eftirskúlanum í Tinglev 😊