Vitjan av gomlum næmingum
Sunnudagin 16. februar, áðrenn tey flestu vóru komin aftur úr vetrarferiu, fingu okur vitjan av gomlum næmingum frá nær og fjar, bæði Føroyum og uttanlanda- tann eini fyrrverandi næmingurin var komin allan vegin úr Nuuk fyri at verða saman við okkum. Sera stuttligt tá tey ungu knýta vinarbond yvir landamørk og vitja aftur á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri

Tey ungu gingu túr og vitjaðu gamlar gøtur, síðani bleiv eitt køkshold sett saman so okur fingu ein rimmar døgurða frá einum skjótt útlærdum kokki. Aftaná KAHOOT kapping og ein kaffimunn omaná, fóru tey ungu avstað aftur við Smyrli kl 17:30. Fantastiskt at síggja tykkum øll og okur gleða okkum longu til næstu ferð í februar 2026












