Skjótt heystferia
Heystferian nærkast og hava okkara næmingar gjørt mangt ymiskt. Vitjan í Fámjin har okkara Merkið hongur í kirkjuni, útferð til Rituskor vestantil í Sandvík, hjálptu til tá seyður úr Dímun kom á kaiina í Hvalba og ikki minst vitjan av fólktingslimum úr Danmark. Til vitjanina av hesum fólkatingslimum høvdu næmingarnir borðreitt við heimagjørdum Ciabattabreyði og Snickerskaku og fingu tey nógv rósandi orð fyri tað.