Entries by Nadya Joensen

Starvsvenjing

So var starvsvenjingin av. Næmingarnir á Føroya Eftirskúla byrjaðu vanliga skúlagongd mánadagin 14 mars eftir 2 vikur í starvsvenjing! Næmingarnir vóru runt ymstaðni í Føroyum og vóru 3 gentir eftir í Suðuroynni í starvsvenjingartíðini! 2 gentur vóru enntá í Danmark í starvsvenjing, har tær vóru fyrst á Flyvestation Skrydstrup og síðani á eftirskúlanum í Tinglev […]

Føstulávint 2022

Dagurin byrjaði við at Eftirskúlin dansaði føroyskan dans í Tvøroyrar Skúla og rungaði dansurin í fimleikahøllini. Aftaná fóru eftirskúlanæmingarnir saman við 10 flokki út á Næmingaheimi at sláa tunnu í dyrdarveðrinum. Pauli bleiv kattadrotning og Olivur bleiv kattakongur! Frálíkir fastelávintsbollar omaná og nú er vikuskiftið fyri framman.

Kom á Føroya Eftirskúla

Okur hava verið runt og vitja skúlar í Føroyum og fortalt um lívið á einum eftirskúla og hava fleiri næmingar verið við og vitja landið runt! Rokaligur februar mánaði við vitjan av gomlum næmingum, verkætlan, Alex okkara praktikantur fór avstað eftir 5 hendingarríkar vikur á okkara eftirskúla, útferðir og nú fara tey øll í starvsvenjing […]

Næmingar Vitja Gamlar Gøtur

19 19. februar fingu okur vitjan av 4 næmingum, ið gingu á Føroya Eftirskúla síðsta ár. Martin T, Martin V, Josef og Maibritt løgdu leiðina framvið og teir næmingar sum vóru eftir í vikuskiftið tóku væl ímóti. Saman við lærarum bleiv borðreitt uttanfyri og sólin skein oman og niðan, tó kavaklødd fjøll. Super stuttligur dagur […]

Ein uttanlandaferð á hvørjum ári

Ein uttanlandaferð verður fastur táttur av einum uppihaldi á Føroya Eftirskúla. Í ár fara næmingarnir fyrst til Danmarkar har flogi verður við Atlantic Airways til Billund. Seinni á túrinum verður eisini ein útferð gjørd til Týsklands á sama túri. Næmingarnir fara eisini at vitja ein eftirskúla í Suðurjyllandi. Ferðirnar verða ymiskar á hvørjum árið og […]

Nýtt ár, nýggjar upplivingar

So byrjaði skúlaárið 2022 og hvat er betur enn at brenna bál og at matgera yvir opnan eld. Eftirskúlanæmingarnir fóru vestur í Botnskarð ein av fyrstu døgunum av árinum og hugnaðu sær veldigt úti í okkara fantastisku nátturu og eru tílíkir dagar balsam fyri likam og sál. Nakrir næmingar vóru ikki komnir fram enn frá […]

Føroya Eftirskúli á Efterskolerne.dk

Nú er Føroya Eftirskúli komin á heimasíðuna hjá efterskolerne.dk. Ein liður í uppbygging av føroyskum eftirskúla er góða sambandið við donsku eftirskúlaskipanina og eru tey eisini holl í ráðum. Á okkara eftirskúla eru grundarsteinarnir at læra okkara ungu at taka ábyrgd, sjálvsmenning og ikki minst at læra um okkara egna mál og mentan. Í ár […]

Jólamarknaður á Seglloftinum

Sunnudagin var jólamarknaður á Seglloftinum og sjálvandi var Føroya Eftirskúli við. Næmingarnir hava baka alt frá siropskøkum til brystsukur og gjørt ymiskar pryðislutir og jólapynt tær síðstu 2 vikurnar:) Sølan eydnaðist sera væl og funnu tey eisini sjálvi uppá at baka vaflur og gingu tær sum heitt breyð á marknaðinum. Tað verður samlað inn til […]

Vitjan úr Tinglev

Leygardagin 13. novembur fekk Føroya Eftirskúli vitjan úr Danmark av Jørn Warm skúlastjóri á Deutche Nachschule eftirskúlanum í Tinglev í Suðurjyllandi og hansara starvsfelaga Rico Magnus Andersen. Báðir eru føroyavinir og Jørn er eisini hálvur føroyingur sjálvur. Í januar 2022 mánaði fær Føroya Eftirskúli praktikant frá eftirskúlanum í Tinglev og í mai 2022 fer Føroya […]