Entries by jab_admin

Skúlin endaliga góðkendur og nú veruleiki!

Tað er við stórari gleði, at stýrið fyri skúlan kann boða frá, at endaligu góðkenningarnar, trygd o.a. er komið undir land. Takkarkvøður Eftir áleið 20 ára longa tilgongd, eru okur loksins komin á mál, á herðunum á teimum, sum slóðaðu fyri okum, byggja okur nú víðari. Stóra tøkk til áhugabólkar og undangongufólk, sum hava verið […]

Skúlin byrjar 18. august og Jimmy settur sum lærari

Nú er august loksins her og byrjanin til Føroya Eftirskúla á Tvøroyri eisini. Skúlin hevur fyrsta skúladag 18. august og nógv spennandi liggur fyri framman, eisini eru tað næmingar, sum gleða seg til at byrja á eftirskúlanum. Tað er við gleði, at okur kunngera at Jimmy Allert Schultz er settur, sum lærari á Føroya Eftirskúla. […]

List á Eftirskúlanum

Okur á Føroya Eftirskúla eru so heppin at sleppa at lána ymiskar myndir frá listafólkum her í Suðuroynni at prýða skúlan við. Okur takka fyri listarligar gávur: Katrin Einarson Rói Einarson Drós Ákadóttir Ýr Ákadóttir Martin Øster

Lærari til Føroya Eftirskúla

Tak lýsing niður her! UM STARVIÐ: Nýtt og spennandi lærarastarv á nýstovnaða Føroya Eftirskúla. Vit søkja eftir lærara, sum kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við leiðara skúlans og hini starvsfólkini. Lærarin kemur at verða við til at mynda skúla, gerandisdag og innihald. Talan er um 1/2 starv við møguleika fyri at taka vaktir á […]

Næmingar og foreldur á vitjan

Næmingar við foreldrum vóru á vitjan á Eftirskúlanum sunnudagin 14. juni. Næmingarnir og teirra familjur koma ymsastaðni frá úr Føroyum, t.d. Klaksvík, Vágum, Tórshavn og aðrastaðni. Víst varð runt á skúlanum og næmingaheiminum, har Pól Arni greiddi frá, hvussu virksemi skúlans er lagt til rættis. Saman við Pól Arna, hittu foreldur og næmingar breytaleiðarnar, Rúna […]

Foreldravitjan á Eftirskúlanum

Føroya Eftirskúli bjóðar næmingum við foreldrum á vitjan í skúlanum sunnudagin tann 14. juni frá kl. 13.00 til 17.00. Tá verður høvið at hitta leiðaran og starvsfólk á skúlanum, ið fara at greiða frá skúlagongd og skipan. Kunnað verður um breytirnar og ætlanirnar hjá skúlanum annars. Limir fyri stýrið í eftirskúlanum koma eisini at siga […]

Vælkomin Hanna Flóvinsdóttir

Føroya Eftirskúli bjóðar Honnu Flóvinsdóttir vælkomna í starvið, sum samskipara av Films- og Sjónleikarabreytini á Eftirskúlanum. Hanna hevur drúgvar royndir innan sjónleik og film, og er eitt kent andlit í Føroyum. Somuleiðis er Hanna forvkinna í Havnar Sjónleikarafelag og Sjónleikarahúsið. Hanna er spent at byrja og at samskipa hesa breyt, og at læra ungdómar um […]

Årets sanger og vores leder

Lederen for Efterskolen Pól Arni Holm er også en kendt rocksanger. Han har før været forsanger for det kendte færøske heavy metal band Týr og er nu forsanger i folkrock bandet, Hamradun. Den 7. marts til Faroese Music Awards blev Pól Arni kåret årets sanger. Tillykke Pól Arni. ROCK ON!

Rúni Winther Johnsen undirvísari í E-Sport

Rúni Winther Johnsen skal undirvísa E-sport. Vit á Føroya Eftirskúla kunnu avdúkað, at vit hava fingið Rúna Winther Johnsen, at undirvísa í E-Sport breytini. Rúni hevur góðar royndir úr E-Sport heiminum og er ein av fyriskiparunum til eSport.fo, sum er ein E-sport kapping. Vit gleða okkum, at fáa Rúna at undirvísa á hesi spennandi breyt […]